Gerilin í Butterfly S er ein Snapdragon 600 1,9 GHz quad-core, og er hesin tann sami, sum eitt nú Galaxy S4 nýtir. Til sammetingar hevur HTC One ein Snapdragon 600 við 1,7 GHz.
Butterfly S koyri við Android Jelly Bean hevur 2 GB RAM og 16 GB goymslu, og sjálvandi kann hendan víðkast við microSD. Ultrapixel-myndatólið við HTC Zoe er tað sama sum í One, og tað sama er galdandi fyri BoomSound-stereohátalararnar framman.
HTC boðar frá, at Butterfly S kostar á leið 766 USD í sølubúðunum í Taiwan, men tíverri er tað sera ivasamt, um snildfonin verður at fáa á okkara leiðum.