Hvítusunnudag fekk handilin í Kullorsuaq í Eysturgrønlandi nýggjar vørur, men tá vóru eisini meiri enn tveir mánaðir, síðani handilin fekk vørur seinast. Tí vóru fleiri vørur farnar at ganga undan.
Hvítusunnuaftan kom eitt skip hjá Royal Arctic Line við vørum til handilin, men tað var so nógvur ísur á sjónum, at skipið mátti steðga 30 fjórðingar frá bygdini. Dagin eftir varð so avgjørt at seta vørurnar upp á ísin og at flyta tær í land eftir ísinum.
Í Tasiilaq, sum eisini er í Eysturgrønlandi, er eisini vørutrot, men gongst sum ætlað kemur eitt skip hagar við vørum tann 26. juni. Sleppur skipið ikki vegin fram, verða vørur fluttar við flogfari úr Íslandi, sigur KNR.