Susan Tavsen sett sum kvøldskúlaleiðari

Susan Tavsen er sett sum kvøldskúlaleiðari í Sørvágs kommunu. Hon er 58 ára gomul, og er útbúgvin sum handarbeiðslærari, umframt at hon hevur námsfrøðiligt prógv frá professionshøjskolen í Keypmannahavn.

Afturat hesum hevur hon fingið prógv sum MARTEMEO therapist.


Susan hevur drúgvar royndir sum kvøldskúlaundirvísari, bæði í Sørvági og á Giljanesi. Umframt hetta hevur hon royndir, sum bæði toymissamskipari á Pallinum, deildarleiðari í frítíðarskúlanum, og ábyrgd sum leiðari í Skáanum.

Afturat hesum hevur hon í eitt styttri tíðarskeið arbeitt sum námsfrøðingur í Sørvágs skúla.

 

Susan starvast sum leiðari á Pallinum í Sørvágs skúla.

 

Sørvágs kommuna ynskir Susan hjartaliga tillukku við starvinum og blíðan byr, skrivar sorvag.fo.