Svínáir skal ongan veg

- Vit eru glað fyri okkara borgarar í Svínáum, og vit síggja fyri okkum stórar vakstrarmøguleika í Svínáum. Tí kemur tað ikki uppá tal at Svínáir fer nakran veg burtur úr kommununi.

Tað sigur borgarstjórin í Eiðis Kommunu, Jógvan í Skorini.

Borgarstjórin tekur frástøðu frá úttalilsunum hjá Rólanti Poulsen, fyrrverandi borgarstjóra, sum framvegis situr í bygdarráðnum á Eiði.

Herfyri legði Rólant Poulsen uppskot fyri bygdarráðið á Eiði um at taka upp samráðingar við Sunda Kommunu um at yvirtaka Svínáar bygd. Sambært fyrrverandi borgarstjóranum rinda nógv av teimum, sum búgva í Svínáum, skatt aðrastaðni. Serliga í Sunda Kommunu.

- Tí er ikki meira enn rímuligt, at Sunda Kommuna so eisini ber útreiðslurnar, sigur Rólant Poulsen við Rás2.

Fyrr í dag segði borgarstjórin í Sunda Kommunu, Heðin Zachariassen, at Svínáir skal vera hjartaliga vælkomin upp í Sunda Kommunu.

- Eg ivist ikki í, at nógv í Svínáum føla eitt tættari tilknýti til Sundu Kommunu enn til Eiðis Kommunu, sigur Heðin Zachariasen við Rás2.

Men Svínáir fer ongan veg burtur úr Eiðis Kommunu, sigur borgarstjórin í Eiðis Kommunu, Jógvan í Skorini.

Hoyr samrøðu við Jógvan í Skorini her: