Svínoyarbátar gera innrás í Klaksvík

Í samband við Sjómannadagin kemur eitt stórt fylgi av bátum úr Svínoy til Klaksvíkar

Tað er felagið Bjarnafossur í Svínoy, við Ólavi Hátún á odda, sum skipar fyri framsýningini av gomlu bátunum.

- Hetta eru bátar sum feðgarnir Poul úr Nornastovu (ættaður úr Mikladali) og sonur hansara Poul Jóhannes (Pollarin) hava smíðað,” sigur Ólavur Hátún.

 

”Hetta er serstakliga gott handverk - ja eg vil kalla tað sonn listaverk,” sigur hann.

 

Ætlanin er at einir 14 bátar skulu vera við, tá bátarnir verða sýndir fram á Sjómannadegnum.