Núverandi bygdarráðið og fyrrverandi bygdarráð í Svínoy hava fleiri ferðir sent umsóknir til Landsverkfrøðingin um at betra um samferðsluviðurskiftini á oynni. Og nú hevur núverandi borgarstjórin, Pól Sundskarð aftur gjørt vart við seg.
? Hetta bygdarráðið hevur roynt fleiri ferðir og hava nýtt nógva orku uppá hetta, umframt at onnur undan okkum eisini hava roynt, men onki ger mun. Nú seti eg mítt álit til ta nýggju samgonguna, sigur Pól Sundskarð, borgarstjóri í Svínoy.
Í brævinum sigur bygdarráðið millum annað, at við einum tunli yvir til Havnina, hevur bygdin hvønn dag samband til Hvannasunds ella Norðtoftir uppá umleið 15 minuttir við báti sum gongur 12 míl, og sostatt vildu samferðsluviðurskiftini hjá oynni verið loyst.
Havnin, sum verður umtalað her, liggur tí megin á Svínoynni, sum sást, tá tú kemur úr Norðdepilstunlinum.
Talan er um ein tunnil, ið vildi verið 1.800 metrar til longdar. Borgarstjórin í Svínoy sær fyri sær, at so hevði ein kai verðið gjørd við Havnina og ein nýggj atløgukai á Norðtoftum, har báturin hevði siglt til.
Altíð kyrt
Í dag tekur tað um ein tíma við Másanum norður á Eiði á Svínoynni og hálvan annan tíma inn á Víkina, so tað sigur seg sjálvt, at hendan íløgan hevði havt nógv at siga fyri svínoyingar.
Borgarstjórin er sannførdur um, at tað hevði kunnað ment Svínoynna, sum so hevði kunnað komið á áleið sama støði sum Kalsoyggin er á í dag. Hann sigur, at á Havnini er altíð kyrt árið runt, so trupulleikarnir við illveðri høvdu ikki verið, um tunnilin hevði verðið gjørdur.
? Tað hevur ómetaliga nógv at siga at kunna koma skjótari fram og at kunna koma aftur og fram sama dag, sigur Pól.
Ofta hevur verið sagt, at tað er ikki Svínoynni lívi lagað við verandi samferðsluviðurskiftum, og tí tekur borgarstjórin undir við.
? Við verandi umstøðum verður tað ikki longi fyrr enn tað er øskukalt á Svínoynni, sigur hann.
Bygdarráðið í Svínoy metir, at verða hesi viðurskifti ikki fingin uppá pláss í næstu framtíð, er bygdini ikki lívi lagað, og heita tey staðiliga á Føroya Landsstýrið í brævinum um at taka hettar álvarsmál upp nú, og ikki at seta tað á eina langtíðarfíggjarætlan, tí til ta tíð er øskukalt í Svínoy.
? Sum vit áður hava ført fram, so kemur tunnilsgerðin eisini at hava alstóran týdning fyri víðari menning av nýggjum aliøkjum í Føroyum, hóast vinnan í løtuni er í einum aldudali. Við Svínoynna kunnu fáast fleiri góð aliøki við stórari útskifting á streymasjógv. Havnin yviri í Havn verður ein náttúrlig byrjan til hesar framtíðar møguleikar hjá alivinnuni, sigur bygarráðið í Svínoy at enda í brævi sínum til Jógvan við Keldu, sum er sent til Landsverkfrøðingin og Føroya Løgting eisini.