Tá stóra finalan í europeisku sangkappingini, European Song Contest, verður í Globen í Stockholm í kvøld, er tað fyri 61. ferð, at kappast verður um besta sangin í Europa. Og fyri triðju ferð er Svøríki vertur í kappingini.
Tilsamans 42 lond hava verið ígjøgnum tvey undanumfør og 26 eru komin ígjøgnum nálareygað og í finaluna í kvøld, har svenski Frans Jeppsson Wall við sanginum “If I were sorry” er einasta norðurlendska umboðið.
Merkisvert er, at Australia er við aftur í ár, eftir at hava verið við sum gestur í kappingini í fjør. Rumenia hevði valt ein sang til kappingina, sum bleiv kolldømdur, tí rumenska kringvarpið ikki hevði goldið limagjaldið í EBU, og Portugal er heldur ikki við í kappingini hesaferð.
Røðin á londunum í finaluni, sum kann síggjast á á DR1 og NRK1 frá í kvøld klokkan 20, er henda:
1. Belgia | 2. Tjekkia | 3. Holland |
4. Aserbadjan | 5. Ungarn | 6. Italia |
7. Ísrael | 8. Bulgaria | 9. Svøríki |
10. Týskland | 11. Frakland | 12. Poland |
13. Australia | 14. Kypros | 15. Serbia |
16. Litava | 17. Kroatia | 18. Russland |
19. Spania | 20. Lettland | 21. Ukraina |
22. Malta | 23. Georgia | 24. Eysturríki |
25. Bretland | 26. Armenia |