Svøríki tapti 25-27 ímóti Slovenia, hóast Svøríki var á odda 13-7 í steðginum.
Svøríki fekk eina dreymabyrjan. Tá 10 minuttir vóru farnir, var Svøríki á 6-0, og svenskarar hildu hendan munin til steðgin. Svenski málverjin, Dan Beutler stóð eisini sera væl í fyrra hálvleiki.
Slovenia kom betri við í seinna hálvleiki, men Dan Beutler hevði fleiri bjargingar, og tá hann bjargaði einari slovenskari skotroynd við støðuna 21-19 til Svøríki, hildu svenskarar, at nú var sloppið.
Men so var ikki. Slovenia javnaði til 25-25, og tá 40 sekund vóru eftir, legði Slovenia seg á odda 26-25, og øktu teir til 27-25 beint áðrenn seinasta bríksl.
- Eg skilji ikki hvat tað er, sum hendir. Vit eru á odda allan dystin, so hetta er ræðuliga súrt. Men vit kunnu bara skylda uppá okkum sjálvar, segði Oscar Carlén við svensku sjónvarpsstøðina, TV4 aftaná dystin.
Málverjin, Dan Beutler var eisini vónsvikin. - Hetta er eitt tungt tap. Vit høvdu sigurin á hondum, og áttu at vunnið. Eg veit ikki hvat hendi í seinna hálvleiki, segði Dan Beutler aftaná dystin.
Jonas Källman, Niclas Ekberg, Tobias Karlson og Dalibor Doder skutu allir fimm mál fyri Svøríki.
Fyrr í dag vann Pólland 27-25 á Týsklandi. Í morgin klokkan 19.30 spælir Svøríki ímóti Póllandi. Klokkan 17.30 spælir Slovenia ímóti Týsklandi.