Fleiri túsund fólk í spanska býnum Lorca hava sovið úti í nátt, tí tey óttaðust fyri fleiri jarðskjálvtum. Í gjár vóru tveir skjálvtar í býnum, og átta fólk doyðu. Myndugleikarnir ávaraðu í gjárkvøldið fólk ímóti at fara inn í húsini, tí vandi var fyri eftirskjálvtum. Tíðindastovurnar skriva, at fleiri túsund fólk tóku ávaringina í álvara og hava sovið úti í nátt. 97.000 fólk búgva í Lorca, og blaðið El Pais vil vera við, at meiri enn helmingurin vóru úti í nátt.
Umleið 10.000 teirra eru skrásett sum heimleys eftir jarðskjálvtarnar í gjár, sum vóru 4,5 og 5,1 á Rictherstiganum.
Val verður í Spania í næstum, men eftir tilburðin í gjár hava stjórnin og andstøðan gjørt av, at eingin veljarafundur verður í dag.