Gerhard Lognberg
Borgarstjóri og løgtingsmaður
Eg má bara harmast um so negativa skriving. Hvørja uppgávu er litið tær upp í hendi, Napolium Magnussen, borgarstjóri í Miðvági, er tað ikki at verða borgarstjóri í Miðvági? Tað kann tykjast, sum tú er ein sannur serfrøðingur í kommunumálum!
Eg vóni at Sandoy fer at klára seg uttan títt briksl.
Kloakkina frá Sandoyar Meginskúla skulu vit nokk klára, og má eg heilt erliga siga, at nakran klandur um hana, veit eg einki um. Allar kommunurnar í Sandoy hava umboð í skúlasambandinum.
Skopun og Tórshavnar Kommuna
Napolium Magnussen heitur á løgmann um at seta sirkul um Sandoy, áðrenn Gerhard endar í Tórshavnar Kommunu.
Skal tú í Sandoy at siga, hvat ið vit skulu gera, ella ert tú so glaður um, at sjálvræði verður tikið frá kommununum.
Eg eri valdur her á staðnum í gjøgnum 21 ár, og fari eg at taka so tíðandi mál sum hetta upp við kommunustýrið og fólki her á staðnum.
Vit klára okkum, og vilja vit heldur enn fegin samstarva við hinar bygdirnar í oynni. Um vit meta, at rætt er at leggja saman við Tórshavnar Kommunu, so verður tað okkara sak og ikki tín! Tað tykir mær, sum tú hevur latið teg velja til borgarstjóra við einum fyri eyga, og tað er at avreiða tína kommunu Miðvág.
Tórshavn og Kollafjørður sundur
Her tykist mær sum um Napolium ikki er so glaður fyri samanlegging, og tekur so hjartaliga synd í kollfirðingum. Jú, her kemur tað, tær stóru kommunurnar eta tær smáu.
Annars skal eg ikki blanda meg í hvussu kollfirðingar og Tórshavnar Kommuna avgreiða sínar uppgávur. Eg havi nokk við meg sjálvan.
Tórshavnar Kommuna og útjavning
Eg havi oftani havt tað frammi um útjavning, tí so nógv fellur niður í Tórshavn. Har eru vit samdir.
Síðani endar tú aftur við briksli um at Tórshavnar Kommuna kanska endar sum fyrr, tá teir gingu biddaragongd út á bygd. Ikki serliga diplomatiskt eftir mínari meining.
Loypa úr stólinum
Nei, tað var hatta briksli, sum tú kryddaði greinina við, sum fekk meg at taka pennin.
Tú sigur, at tað er bara ein vegur, og tað er frameftir.
Sjálvur haldi eg ikki tína kós verða serliga greiða. At briksla og verða negativur um onnur, og krýna seg sjálvan sum serfrøðing, haldi eg ikki verða rætt.
Nær og hvar Skopunar Kommuna leggur saman, skulu vit sjálvi finna útav, uttan at onnur blanda seg í hesa sak.