Svar til Malenu Arnholdsdóttir

   

Jógvan á Lakjuni
landsstýrismaður
?????
Eg havi fingið ein fyrispurning frá Malenu Arnholdsdóttir, formanni í Javna, viðvíkjandi frítíðarundirvísingini í Havn. Malena spyr, um tey menningartarnaðu og tey við skerdum førleika eru gíslar í sambandi við sparingar á Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla.
Eg eri glaður fyri spurningin - og ikki minst fyri greinarnar hjá Malenu Arnholdsdóttir og Sigrun Wardum, sum báðar hava gjøgnumskoðað, at málið ikki er so einfalt, sum leiðarin í kvøldskúlanum í Havn og aðrir saman við honum hava lýst tað.
Løgtingslóg nr. 70 frá 30. juni 1983 um frítíðarundirvísing v.m. er ein stuðulslóg, og tað eru tær einstøku kommunurnar, sum seta frítíðarundirvísing á stovn í einum vavi, ið er hóskandi eftir viðurskiftunum í kommununi. Sostatt er tað bara leiðarin fyri frítíðarundirvísingini í Tórshavnar Kommunu, ið hevur gjørt av at skerja tilboðini til fólk við breki í skúlaárinum 2004/05, og ikki landsstýrismaðurin í mentamálum ella samgongan.
Tað eru kommunurnar sjálvar, sum bera allar útreiðslurnar av frítíðarundirvísingini, men tær fáa stuðul frá landinum til góðkent virksemi, sum er studningsheimilað, 50% til al-menna frítíðarundirvísing, 100% til serstaka frítíðarundirvísing og í mesta lagi 50% til frítíðarvirksemi.
Tær einstøku kommunurnar avgera sjálvar, hvussu tær prioritera sítt virksemi, men Mentamálaráðið hevur mælt til, at umleið 75% av studningsjáttanini verður brúkt til almenna frítíðarundirvísing, harav í minsta lagi 10% til frítíðarvirksemi, meðan umleið 25% verða brúkt til serstaka frítíðarundirvísing. Eisini hevur Mentamálaráðið víst á, at um tørvur er á at nýta størri part av studninginum til serstaka frítíðarundirvísing, kann hon verða skipað sum almenn frítíðarundirvísing eftir galdandi reglum.
Tilmælið um, hvussu kommunan nýtir studningin, er tað sama í ár sum í fjør, so her eru ongar broytingar gjørdar í raðfestingini av studninginum til almenna frítíðarundirvísing, frítíðarvirksemi og serstaka frítíðarundirvísing.
Tað er rætt, at neyðugt hevur verið at lækkað játtanina í 2004 nakað, men í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2005 er játtanin ikki skerd.
Men tað er kommunan sjálv, ið velur, hvørji tilboð hon bjóðar sínum borgarum. At tey brekaðu fyrst verða vald frá, er harmiligt.
So svar mítt til Malenu Arnholdsdóttir má vera, at tað er ikki heilt frítt, at tey menningartarnaðu her verða brúkt sum gíslar - ella sum amboð til at trýsta myndugleikarnar við!