Íbúgvar í bygdunum í Norðurgrønlandi rinda himmalhøgar prísir fyri trotvørur á svarta marknaðinum, tí eitt nú flutningsfeløg ikki megna at tryggja fólkinum neyðsynjarvørur, sum brúk er fyri.
Tað sigur Timotheus Petersen, sum er bygdaráðslimur í Kullorsuaq, við Sermitsiaq.
Ein brúkari í Kullorsuaq hevur í vetur keypt tíggju leykir fyri 200 krónur, tó at vanligi kiloprísurin fyri leyk bert er 9,95 krónur.
Posin av leyki, sum varð bjóðaður út á Facebook í Kullorsuaq, endaði nevniliga upp á 200 krónum, og ein kassi við sodavatni fór fyri 500 krónur.
Sambært Timotheus Petersen eru hetta bert tvey dømi av mongum, har svartabørshávar gera sær dælt av støðuni.
- Tað eru fleiri, sum soleiðis hava selt ymiskar vørur á netinum, leggur bygdaráðslimurin aftrat.
Vøruflutningur til norðastu bygdirnar við Upernavik er nevniliga ikki møguligur í tíðarskeiðnum frá miðjan desember og fram til endan av mai.
- Men, tá eingin ísur er, fáa bygdirnar vørur aðru hvørja viku við Royal Arctic Lines, skrivar Sermitsiaq.