Hósdagin 24. februar 2005 almannakunngjørdi danska ferðslumálaráði úrslitini av eini roynd við 50 bussum hjá bussfyritøkuni AC-trafic (ACT), sum hava koyrt við "svørtum kassum" í eitt longri tíðarskeið.
Endamálið, við royndunum við "svørtu kassunum", var at tryggja týðandi upplýsingar um koyringina hjá bussførarunum t.d áðrenn eitt ferðsluóhapp.
Úrslitið av hesum royndum vísa, at bilførarar, sum koyra við hesum boksum ísettum, ansa betur eftir, og talið á ferðsluóhappum verður munandi lægri.
Í Íslandi eru eisini gjørdar líknandi royndir við "svørtum kassum" í postbilum, og har hava teir staðfest eina lækking í ferðsluóhappum upp á 56 prosent.
Frágreiðingin hjá danska ferðslumálaráðnum staðfestir, at tað er av stórum týdnini at gera eftirmetingar, av tí sum verður dokumenterað við "svørtu kassunum", saman við bilførarunum, um boksirnar skulu hava fyribyrgjandi ávirkan í ferðsluni.
"Svørtu kassarnir" hava nú verið í brúk í longri tíð, og tað sær út til, at bussførararnir hjá ACT hava góðtikið, at teir eru í bussunum, og føla teir seg tryggar við tí.
Upplýsningar, sum eru at finna í "svørta kassanum", eru t.d. hvat ferðin var, um bussførarin bremsaði áðrenn óhappið hendi, hvussu ljósføringin var. Alt verður skrásett.
Tað verður kanska ikki leingi, til hendan útgerð eisini verður at síggja í persónbilum, fyrst sum eykaútgerð og seinni sum standard.