Bassleikarin tosaði í millum løgini, og hann var ótrúliga sjarmerandi á ein sunnudagsskúlalærarakendan máta. Hann var øðiliga pedagogiskur og forkláraði væl, um tekst og boðskap. Tað virkaði løgið fyri eina rokkkonsert, men í intimu karmunum riggaði tað væl.
Bólkurin spælir sveimandi og atmosferiskan rokktónleik. Gittararnir eru dominerandi í ljóðmyndini, og skapa eina droymandi kenslu. Eina løtu eru dreymarnir stillir og so spakuliga gerast teir villir. Bassur og trummir eru trygga grundin, sum gittararnir hava støðið á.
Bólkurin er vælsignaður við einum framúr sangara, og røddin hóskar sera væl til stílin. Melodiðirnir hjá bólkinum eru vakrir, og røddin ber løgini. Í løgunum Angels Talking og Oceans of Worries var bólkurin ordiliga góður, hesi løgini tyktust meiri liðug enn hini, og høvdu eitt sterkt útrykk. Í Oceans of Worries runnu gittararnir sama í eitt larmutt gittarhav. Tað varð rátt og vilt, og vakurt.
Nýggjasta lagið bólkinum var gjørt í vikuni, og hetta hoyrdist. All over again, var eitt rættuliga glatt og upbeat lag. Men lagið hvørki svingaði eitt riggaði væl. Serliga byrjanin tyktist óruddilig. Sum frá leið gjørdist lagið eitt sindur betur, men tað trongdi ivaleyst til meira venjing, og eina kerliga hond.
Bólkurin gjørdist nummar tvey í Gospel Prixnum, og hevur tí vunnið eina viku í Studio Pegasus. Hendan vikan skal brúkast skjótt, tí bólkurin hevur ætlanir um at gera eina fløgu, kanska í fyrsta umfari eina maxi fløgu.