Sven Göran-Eriksson deyður eftir longri sjúkralegu

Fyrrverandi gitni svenski fótbóltsvenjarin er deyður

Fyrrverandi svenski toppvenjarin, Sven Göran-Eriksson, er deyður 76 ára gamal. Tað upplýsir familjan í tíðindaskrivi í dag.

 

Sven Göran-Eriksson er serliga kendur fyri tey seks árini sum enskur landsliðsvenjari, og hevur harumframt staðið á odda fyri fleiri evropiskum fótbóltsfeløgum.

 

Sven-Göran Eriksson varð føddur 5. februar 1948 í Sunne í Svøríki.

 

Virkna yrkisleiðin hjá Eriksson fór fram á lágum støði, har hann spældi við lægri styrkismettu svensku feløgini Torsby IF, SK Sifhälla og KB Karlskoga fór fram. Yrkisleiðin strekti seg frá 1966 til 1975 og hansara pláss á liðnum var sum høgri bakkur.

 

Sven-Göran Eriksson fekk skjótt meira eydnu sum venjari enn hann gjørdi sum leikari. Eftir at hava verið á odda fyri Degerfors IF fyrst, gjørdist hann venjari hjá IFK Göteborg, sum undir hansara leiðslu vann tvey svensk meistaraheiti og UEFA Cup í 1982.

 

Í tveimum skiftum var hann síðani venjari hjá portugisiska Benfica, sum hann førdi til trý meistaraheiti umframt eitt finalupláss í bæði EM-steypakappingini hjá meistarunum og UEFA-steypakappingini. Síðani varð tað til eina yrkisleið í Italia, har hann eftir eitt tíðarskeið í AS Roma og Fiorentina førdi SS Lazio til fleiri heiðursmerki, eitt nú Evropeiska steypakappingina og UEFA Super Cup í 1999.

 

Síðani varð hann headhunted av enska fótbóltssambandinum, sum í 2001 setti hann í starv sum fyrsta útlendska venjaran nakrantíð hjá enska landsliðnum, ein leiklutur, sum hann røkti til og við HM í 2006.

 

Sven-Göran Eriksson stóð á odda fyri enska landsliðnum í trimum endaumførum , HM í 2002, EM í 2004 og HM í 2006. Allar tríggjar ferðirnar var endin í fjórðingsfinalan, og Eriksson megnaði sostatt ikki at fáa onglendingum sítt fyrsta meistaraheitið síðani HM í 1966.

 

Eftir at hava verið givin sum landsliðsvenjari í 2006, gjørdist hann venjari hjá Manchester City, sum hann bert stýrdi í eitt kappingarár. Hann gjørdist síðani landsliðsvenjari í Meksiko, har hann tó eftir skuffandi úrslit mátti lata sær lynda at verða koyrdur eftir minni enn eitt ár í starvinum.

 

Stutt undan HM í 2010 í Suðurafrika varð hann settur í starv sum landsliðsvenjari hjá Fílabeinsstrondini.