Svend Krosstein gongur strúkandi

Árið 2015 gjørdist helst besta árið nakrantíð hjá P/F Svend Krosstein.

Við einum avlopi í fjør á slakar 7,5 mljónir krónur fyri skatt, gjørdist 2015 helst besta árið nakrantíð hjá stóru HVS-fyritøkuni á Hálsi í Havn, P/F Svend Krosstein.

 

- Bruttoúrtøkan hjá fyritøkuni hevur verið støðugt hækkandi seinastu fimm árini, og sama hevur stórt sæð eisini verið galdandi fyri avlopini á niðastu linju, ið hava ligið á einum sera góðum støði, millum tríggjar og sjey miljónir krónur fyri skatt um árið.

 

Businessline skrivar, at tá skatturin á 1,4 miljónir var goldin, vóru stívliga 6 miljónir eftir niðast á botnlinjuni, og hetta er nærum ein tvífalding í mun til undanfarna ár.

 

- Góðu úrslitini síggjast aftur í búskaparligu lyklatølinum, sum eitt nú vísa, at rentingin av eginpeninginum í fjør var 18%. Eginpeningurin við árslok var slakar 61 miljónir krónur. 

 

Businessline veit at siga, at starvsfólkatalið hjá P/F Svend Krosstein í undanfarna ári í miðal var umleið 20.