Poul Færø og Svenning av Lofti eru aftur á ferð í Danmark og koma at luttaka á møtunum. Teir verða við bæði í Esbjerg, Sønderborg og Vejle. Hans Jákup á Lava verður við á øllum møtunum, og við sínum eyðkenda guitarspæli kemur hann at leiga felagssangin. Bjóðað verður til hugnaliga samveru eftir hvørt møti, har ein drekkamuður verður við onkrum afturvið. Um onkur ynskir eina samtalu um andalig viðurskifti ella forbøn, so eru Poul og Svenning til reiðar at tæna á tann hátt.
Svenning og Poul komu til Danmarkar seinasta mikudag, og longu mikukvøldið vóru teir við til húsmøti í Horsens í Miðjyllandi, sum føroysku hjúnini úr Vági, Malan og Alexandur Wilhelm, høvdu bjóðað inn til. Alexandur sigur, at ætlanin er at skipa fyri regluligum føroyskum møtum í Horsens. Tað búgva fleiri føroyingar í Horsens og har rundan um. Malan og Alexandur fluttu við familjuni til Horsens fyri eini tíð síðani. Poul og Svenning siga, at teirra ørindi eisini er at vitja føroyingar, búsitandi í Danmark, og vóna at kunna vitja fleiri. Um onkur ynskir eina vitjan av teimum, ber til at seta seg í samband við okkum á Malta. Vit heita á tykkum heima, sum kenna føroyingar á hesum leiðum, um at boða teimum frá møtunum.
Til Noregs
Týsdagin 16. februar fara teir við ferju úr Hirtshals til Stavanger, og fara beina leið til Karmoynna, har teir hava møti mikukvøldið 17. Dagin eftir gongur leiðin til oynna Bomlø, sum ikki liggur langt frá Karmoy. Har búgva fleiri føroyingar, sum teir hava bjóðað til møti hóskvøldið. Fríggjakvøldið verða teir í Hovshered, sum liggur norðanfyri Flekkefjord. Har koma teir at hava møti í einum sokallaðum Bedehus.
Leygardagin, 20. februar, gongur leiðin úr Noregi og aftur til Hirtshals. Sunnudagin, 21. februar, verða teir til bæði møtini á Malta í Hirtshals. Um onkur vil vita meiri um møtini sunnanfyri ber til at ringja á hesi telefonnummur: 98944370 / 30589644 / 228314 (fø.)
Skráin fyri møtini: Fríggjakvøldið 12. februar kl.19.30 í Esbjerg, Spangsbjerg Møllevej 16c Mølleparken, dk-6715 Esbjerg N. Í Sønderborg leygarkvøldið 13. februar kl.19.00 Missjonshuset, Møllegade 9 dk-6400 (breyðbróting í somu hølum sunnumorgunin 14. feb. kl.10). Sunnudagin 14. februar kl.17.00 í Vejle. Staldgaardsgade 4. dk-7100 (í hølunum hjá Frelsunarherinum, breyðbróting kl.16.00 í somu hølum).
Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@olivant.fo