Svensk løgregla flutti inn nær sníkskjúttanum

Seinastu tvær vikurnar hevur svenska løgreglan hildið eitt vakið eyga við mistonkta sníkskjúttanum í Malmø. Teir fluttu inn í eini hús í grannalagnum. Svenska løgreglan hevur havt lætta atgongd til 38 ára gamla mannin, sum nú er handtikin og skuldsettur fyri at hava skotið eftir littum innflytarum í Malmø.

Eigarin av íbúðini fekk ikki beinleiðis at vita, at løgreglan skuldi nýta hana til at hava eyga við mistonkta manninum, men teir gjørdu tó greitt, at tað hevði stóran týdning at fáa atgongd til íbúðina.

Løgreglan handtók leygardagin 38 ára gamla mannin, sum er mistonktur fyri at hava framt skottilburðirnar seinastu árini í Malmø.

Skottilburðirnir hava higartil kostað einari 20 ára gamlari kvinnu lívið, meðan onnur sjey eru særd. Løgreglan dylir kortini ikki fyri, at maðurin kann verða knýttur til aðrar skottilburðir eisini, skrivar Politiken.