Tað vísa tøl frá svensku hagstovuni.
Har sæst, at inflatiónin er fallin úr 12 prosentum í februar til 10,6 prosent í mars.
Tað vil siga, at brúkaraprísirnir vóru 10,6 prosent hægri enn í mars 2022.
Hóast falli er inflatiónin í Svøríki enn tann hægsta í Norðurlondum. Og tað rakar fólkið hart, skrivar Dansk Industri.
– Sviar hava nú stríðst við tveysifraða inflatión í sjey mánaðir, og tað pínir svenska privatbúskapin, skrivar tey.
Til samanberingar var inflatión í Danmark í mars 6,7 prosent.
/ritzau/