Svenska og norska kongahúsið taka tokið

Øll flogferðslan er steðgað í Danmark, og tí noyðast svenska og norska kongahúsið at taka tokið til føðingardagin hjá Margretu drotning í annaðkvøld, skrivar berlingske.dk.

Tað er ikki vist, hvussu verður við øðrum útlendskum gestum, ið skulu luttaka til ballið í morgin, sigur Søren Hedegaard Nielsen, miðlastjóri í Københavns Lufthavn.

 

- Vit hava ongantíð verið úti fyri nøkrum líknandi, og tað er ikki júst nakað, ein tekur við, tá ein leggur ætlanir, sigur hann.