Svenski bóndin gjørdist The Atlantic Giant 98

Heldur óvæntað var tað sviin Magnus Samuelson (á myndini til høgru) sum vann kappingina ólavsøkuaftan um at gerast The Atlantic Giant 98

Terji Nielsen

Jens Kr. Vang


Gott og væl 3.000 fólk vóru samlaði á ovara vølli í Gundadali seint ólavsøkuaftan, tá ið 10 av heimsins sterkastu monnum kappaðust í helst størstu altjóða kapping, sum hevur verið fyriskipað her á landi.


Veðurgudarnir ikki

við fyrireikarunum

Ikki kann sigast annað, enn at veðrið ikki var fyrireikarunum til vildar. Tjúkkur mjørki lá um allan vøllin, og nokk so fitt av vætu var í luftini. Tískil var tað heldur ráligt, og tað sást eisini týðuligt, at fleiri av áskoðarunum valdu at fara, áðrenn kappingin var komin at enda.


Regin legði hart út

Fyrsta kappingargreinin var, at luttakararnir skuldu ganga í ein runding við eini stong, har ein kassi var festur í. Trýstið á stongini var um eini 300 kilo.

Eftir at fyrst Flemming Rasmussen, Svend Karlsen, Torfi Ólafson og Berend Veneberg høvdu roynt seg, kom túrurin so til okkara egna Regin Vágadal. Hann fór so við og við fram um allar hinar, sum høvdu roynt seg áður, og neyvan hevur slíkur rómur verið at hoyrt áður í Gundadali, sum tá ið Regin legði seg á odda.

Seinni komu so finnin Riku Kiri og sviin Magnus Samuelson og løgdu Regin aftur um seg, so at hann endaði á einum triðjaplássi í hesi kappingargreinini.


Amerikanarin

ger ein vørr

Ein tann mesta kenda kappingargreinin hjá teimum sterku monnunum er, tá ið teir standa og halda onkrum luti í strektum armi. Í hesi grein skuldu teir nú kappast. Teir fingu tveir lítlar kassar, sum vigaðu 12 kilo hvør, og hesum hildu teir so í strektum armi so leingi sum gjørligt.

Tað var minsti maður í kappingini, amerikanarin Mark Philippi, sum vann hesa greinina, tá ið hann helt lutunum í meira enn ein minutt.


Runnu við 220 kilo

millum beinini

Tann næsta greinin, sum risarnir skuldu royna seg í, var, at teir, tveir og tveir, skuldu renna eftir eini breyt, meðan teir hildu eini vekt millum beinini, sum vigaði 220 kilo.

Í hesi grein var væntandi, at Regin Vágadal við sínum kvikleika fór at standa seg væl. Hann royndi seg í eini líknandi grein, tá ið hann luttók í heimsins sterkasta manni í 1996 á Mauritius, og tá vann Regin hesa greinina.

Tíverri gekk tað ikki so væl hjá Regini í hesi greinini, men tað var heldur ikki so lætt hjá teimum, tí at breytirnar vóru rættiliga hálar av regninum.


Deadlift er ikki

áskoðaravinarligt

Eftir ein heldur langan steðg, var farið undir fjórðu kappingargreinina, sum var deadlift. Hetta er ein ikki serliga áskoðaravinarlig grein, ið samstundis tekur langa tíð. Hendan greinin snýr seg bert um at lyfta so nógv sum gjørligt.

Í deadlift er eisini øgiliga nógvur taktikur, og tískil er tað mangan so, at fleiri av luttakarunum leypa eina vekt um og so framvegis.

Regin Vágadal vísti taktiskt snildi, tí hann brúkti bert fá lyft og leyp fleiri vektir um, og hetta førdi við sær, at hann endaði á einum triðjaplássi í hesi grein. Tað er soleiðis, at um tveir luttakarar hava lyft eins nógv kilo, so er tað tann, sum hevur brúkt minst lyft, sum endar framman fyri.


Føroya Bjór kaggarnir

fóru sendandi

gjøgnum luftina

Var deadlift ikki serliga áskoðaravinarligt, so kann tað sama ikki sigast um næstu greinuna, sum var ein sokallað lastikapping. Tvær breytir vóru lið um lið, og á hvørji breyt stóðu seks kaggar av Føroya Bjór øli, sum vigaðu 100 kilo hvør. Hesir kaggarnir skuldu berast fimm metrar yvir til hin endan á breytini, har teir skuldu lyftast upp á ein kassa, sum var umleið ein og ein hálvan metur til hæddar.

Hetta gekk skjótt fyri seg, og tað sá út sum um, at tað vóru mjólkapakkar, so hart kastaðu hesir risarnir kaggarnar upp á kassan. Við hvønn kassa stóðu tveir hjálparmenn og løgdu kaggarnar niður á vøllin, og hesir høvdu fleiri ferðir ilt við at fylgja við, so kvikir sum risarnir vóru.


Tungar tunnur

Áðrenn síðstu kappingargreinina var greitt, at Magnus Samuelson úr Svøríki var á odda bert eitt stig framman fyri Riku Kiri úr Finlandi. Av somu orsøk var eisini greitt, at finnin var næstsíðstur at royna seg, og at sviin var seinastur.

Hendan seinasta kappingargreinin var, at kempurnar stóðu uppi á einum palli, og so skuldu teir lyfta tvær tunnur, sum vigaðu 220 kilo hvør, upp frá vøllinum og halda so leingi sum gjørligt.

Bert sjey av kempunum royndu seg í hesi, tí at Heinz Ollesch, Berend Veneberg og Jamie Reeves valdu at gevast.

Tá Regin Vágadal royndi seg í hesi grein, sást týðuligt, at hann vildi geva alt, sum hann átti, tí sjálvt um tað stóð ómetaliga nógv á hjá honum, so vildi hann næstan ikki sleppa tunnunum, men hann noyddist tó at bíta í ?graslíkið? til endans, og endaði hann á einum samlaðum sættaplássi.

Spenningurin var stórur, tá ið teir báðir oddafiskarnir at enda skuldu royna seg. Sum áðurnevnt, so var Riku Kiri næstseinastur at royna seg, men tíðin hjá honum var ikki serliga góð, og tað var ikki stórvegis trupuleiki hjá svenska bóndanum, Magnus Samuelson, at halda nakað væl longur enn finnin og harvið ogna sær heitið The Atlantic Giant 98.


Allir fingu føroyskt

tilevnaðan skreytlut

Eftir at kappingin var komin at enda, var bert eftir at handa skreytlutir og blómutyssi til allar luttakararnar. Hesum tók borgarstjórin i Havn, Leivur Hansen, sær av. Allir luttakararnir fingu hvør sína skál, sum Guðrið Poulsen hevði tilevnað úr leiri. Guðrið hevði eisini tilevnað stóra leirsteypin, sum Leivur Hansen handaði vinnaranum Magnusi Samuelson at enda.


Vælnøgdir gestir

Kempurnar uttan úr heimi vóru sera væl nøgdir við kappingina og umstøðurnar annars. Fleiri av teimum høvdu eisini á máli, at útgerðin, sum var nýtt í kappingini, var ein tann besta, sum teir nakrantíð høvdu roynt.

Eisini enski frásøgumaðurin, sum SVF hevði leigað, Paul Dickenson, var glaður fyri kappingina. Hann segði, at hann aldri áður hevði upplivað slíkan róm undir slíkari kapping, og hann hevur verið til nógvar slíkar. Hann hevði eisini á máli, at útgerðin var sera goð.


Væl fyriskipað kapping - men nakað drúgv

Kappingin var sera væl fyriskipað, og fyrireikararnir eiga stóran heiður fyri at hava dirvi til at fara undir eina slíka kapping. Tað eru ómetaliga nógv, sum skal fáast upp á pláss, og tað krevur eisini eina stóra fíggjarliga orku.

Sum áðurnevnt, so var útgerðin, sum var nýtt í kappingini, fyrstafloks, og hetta eigur Skipasmiðjan stóran heiður fyri. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Skipasmiðjan stuðlar Regini Vágadal.

Tíverri er tað so, at slíkar kappingar mangan eru rættiliga drúgvar, og so var eisini ólavsøkuaftan. Tá ið veðrið er, sum tað var ólavsøkuaftan, er tað ikki lætt at fáa fólk at blíva sitandi í tríggjar og ein hálvan tíma, og tískil vóru tað ikki nógvir áskoðarar eftir, tá ið kappingin var komin at enda.

Ein orsøk til, at kappingin var so drúgv, var, at tað mangan gekk so rúm tíð millum kappingargreinarnar. Men løtan hevur eisini kenst serliga drúgv hjá áskoðarunum, tí at tað var so mikið kølið.


Verður TAG 99

Spennandi verður at frætta, um skipað verður fyri slíkari kapping aftur komandi ólavsøku. Tann kappingin kann gerast enn meiri væleydnað, tí at nú hava fyrireikararnir funnið teir smáu og fáu trupuleikarnir, sum vóru í góðu kappingini ólavsøkuaftan.