Amerikanska kreditmetingarfyritøkan Moody's lækkaði í gjárkvøldið kreditmetingina hjá trimum svenskum fíggingarfyritøkum.
Handelsbanken og Nordea, sum eru størstu bankar í Norðurlondum, mistu eitt stig av kreditmetingini, og lánistovnurin Landshypotek, sum fíggjar landbúnað og skógarvinnu, misti tvey stig.
Í grundgevingini fyri at lækka kreditmetingina sigur Moody's, at innlánið í bankunum er ov lítið samanborið við útlánið.
Fyri trimum mánaðum síðani boðaði Moody's frá, at fyritøkan var í ferð við at endurskoða kreditmetingina hjá 114 evropeiskum fíggingarstovnum. Teirra millum vóru svensku Handelsbanken, Nordea, Swebank og SEB-banken, men hesir báðir seinnu varðveita sítt kreditvirði.