Sverre skal kappast um at gerast heimsins besti íverksetari

- SafeFriend skapar tryggleika í einum ótryggum heimi

Tað gjørdist í dag greitt, at Sverre Nolsøe skal umboða Føroyar í stóraru finaluni til Creative Business Cup í Keypmannahavn, har leitað verður eftir heimsins besta íverksetara í kreativum vinnum. 

 

Hann vann føroysku Creative Business Cup kappingina í Sjóvinnuhúsinum, sum var ein undankapping fyri føroyskar íverksetarar til altjóða kappingina í Danmark.

 

Sverre Nolsøe hevur uppfunnið ein serligan alarm, sum eitur SafeFriend, og hesin skal hjálpa fólki í neyð. Alarmurin hevur beinleiðis samband við telefonina, soleiðis at tað ber til at geva útvaldum persónum boð, um mann er í neyð. 

 

- Hvønn einasta dag kann mann lesa um neyðtøkur, álop og annað. Eg hugsaði, hví er tað eingin, sum ger nakað við hendan trupulleikan? Tað er m.a. tí, at fólk ganga runt við einari fartelefon og halda, at um okkurt hendir, so kann mann bara ringja eftir hjálp. Men tá mann verður álopin, so verður mann frystur og fær ikki gjørt nakað. So í staðin fyri at fara í lumman eftir telefonini og læsa hana upp, so kanst tú bara halda á SafeFriend knøttinum, segði Sverre Nolsøe við Vikuskiftis Sosialinum í farnu viku. 

 

Samstarvspartnarin hjá Sverra Nolsøe er navnframi og kendi danski íverksetin, Jesper Buch. Teir báðir hava stórar ætlanir við SafeFriend og ætla at inntaka altjóða marknaðin. 

 

- Sum tað er á marknaðinum beint nú innanfyri privata trygd, haldi eg, at SafeFriend er ein øgiliga góður kandidatur til at blíva ein seriøsur spælari á altjóða støði. Vit fara eisini at selja í Bretlandi, og vit ætla at taka ein marknað í senn, segði Sverre Nolsøe.

 

Vinnuframi, Hugskotið, Íverksetarahúsið og Fróðskaparsetur Føroya skipaðu fyri kappingini.

 

Dómsnevndin segði, at SafeFriend skapar tryggleika í einum ótryggum heimi.

 

- Dómsnevndin metti SafeFriend sum eitt produkt, sum er komið øgiliga langt í sjálvari menningini. Tað er eitt reelt produkt og ikki bara ein prototýpa, og SafeFriend loysir ein tørv, sigur John Rajani, sum var í dómsnevndini. 

 

Tað var eingin annar enn Fríðrikur krúnprinsur, ið handaði Sverra Nolsøe vinningin.

 

Á heimasíðuni hjá SafeFriend stendur meira at lesa um nýggja alarmin.