Sverri var føddur 11. juni 1920 inni í Líð í Kollafirði, hann var næstelstur av teimum tíggju børnunum hjá Onnu Sofíu, f. Hansen, ættað úr Lon í Miðvági, og Olivar Djurhuus, úr Kollafirði. Sverri gekk í skúla í Kollafirði og fór sum 14 ára gamal til skips.
Á heysti 1939 fór hann til Danmarkar á Haandværkerhøjskolen í Haslev. Undir krígnum var hann í Danmark og í Týsklandi. Hann kom heim aftur til jóla í 1946. Eftir tað koyrdi hann hýruvogn í Havn, til hann í 1949 kom at arbeiða á bilverkstaðnum hjá Sigird av Reyni í Rættará. Í 1952 gjørdi hann sveinaroynd sum bilmekanikari og arbeiddi nógv ár í Rættará, har hann eisini hevði bilverkstað sjálvur. Hann hevði eisini bilverkstað í Janstovugøtu og í Hornabø.
Í desember 1970 fekk hann koyriloyvi á bilstøðini Auto í Havn og koyrdi har til 1993, tá hann mátti gevast, tí eyguni vóru farin at bila.
Sverri giftist í 1949 við Ingeborg, f. Olsen, av Deild í Vestmanna. Tey hava búð í Torfinsgøtu síðan 1955 og fingu fýra børn: Gunvør, Finnbjørn, sum doyði í 1972, bert 21 ára gamal, síðan eru tað Annmari og Rúna, sum báðar búgva í Danmark.
Sverri hevur í nógv ár fingist við at skriva, hann hevur skrivað onkrar stuttsøgur og givið út bøkur sum t.d. Lívsmyndir, sum kom út í 1979 og Lívið er eittans, sum kom út í 1983. Hann var tjóðveldismaður og skrivaði eisini greinar í 14. September. Eisini hevur hann latið inn áhugavert søguligt tilfar til áhugafelagið Føroya Ellisakfør um føroysku bilasøguna. Sverri var ein góður svimjari. Sum ungur fekk hann heiðursmerki fyri svimjikappingar í Havn, og hann hevði sína jøvnu gongd niðan í Svimjihøllina í Gundadali til fyri stuttum.