Sverri fer at rógva ólavsøkudag

Vánaligar veðurvánir bera við sær, at OL hálvfinalan er útsett frá ólavsøkuaftan og ti ólavsøkudag

Sverri S. Nielsen var væl nøgdur eftir sera sannførandi avrikið í fjórðingsfinaluni. Mynd: Danmark til OL

Sverri S. Nielsen var væl nøgdur eftir sera sannførandi avrikið í fjórðingsfinaluni. Mynd: Danmark til OL

Líkindini at rógva kapp í Tokyo eru ikki heilt so góð, sum tey høvdu roknað við. Tað verður roknað við nógvum vindi týsdagin, og tí eru fleiri av OL kappingunum útsettar.

 

Ein av útsettu kappróðrunum er hálvfinalan fyri einstaklingar á 2000 metra teininum. Upprunaliga ætlanin var, at hon skuldi vera mikudagin, sum er ólavsøkuaftan. Nú er hon útsett til hósdagin.

 

Tað vil siga, at Sverri Nielsen ólavsøkudag fer at kappast fyri at kvalifisera seg at rógva OL finalu.

 

Tað er einki at undrast á, at føroyski Sverri Nielsen verður roknaður millum favorittarnar at vinna seg í finaluna. Í fjórðingsfinaluni vann hann sín riðil so sera sannførandi.

 

Sverri S. Nielsen var væl nøgdur eftir sera sannførandi avrikið í fjórðingsfinaluni. Mynd: Danmark til OL