Sverri Sandberg Nielsen róði seg trygt víðari til semifinalurnar í EM, sum verða hildnar í Poznan í Pollandi, tá hann fyri løtu síðani vann sín riðil í greinini Single Sculls.
Tíðin hjá Sverra Nielsen at rógva teir 2000 metrarnar var 6:54.180, væl framman fyri Grikkaland, ið var á øðrum plássi við tíðini 6:59.270.
Vinnarin í hvørjum riðli tryggjar sær beinleiðis atgongd til semifinalurnar í greinini, ið byrja í morgin árini kl. 09:10 og 09:15.
Tað er kortini ikki greitt, hvørjari semifinalu, ið Sverri Nielsen skal rógva í.