Í gjár megnaði Sverri S. Nielsen úr Miðvági fyri fyrstu ferð nakrantíð at kvalifisera seg til A-finaluna í Wolrd Cup kapping. Hann hevur verið við í altjóða kappingum seinastu árini. Í gjár rakk hann besta úrslitinum higartil, tá ið hann vann triði bestu tíðina av øllum í hálvfinaluni og harvið kvalifiseraði seg at rógva finalu ídag.
Tað verður kappast í Luzern í Sveis. Avrikið í gjár ber við sær, at møguleiki er fyri at Sverri S. Nielsen um eina løtu fer at vinna heiðursmerki í World Cup.
Í donsku róðrarleguni eru tey ógvuliga spent uppá, hvussu tað fer at roynast hjá Sverra, sum verður roknaður at vera góður møguleiki á næstu olympisku leikunum.
Startskorið verður klokkan 10.48. Tað ber til at fylgja róðrinum á www.worldrowing.com