Í heyst fer Sjónvarp Føroya at gera nakrar sendingar um serligar hendingar ella tilburðir, ið ymisk fólk hava verið fyri.
Ein av sendingunum fer at vera um vanlukkuna, tá Stella Argus gekk burtur.
? Men talan verði ikki bara um vanlukkur, men vit fara eisini at siga frá vandamiklum hendingum, sum fólk kortini er komin væl frá, sigur Grækaris D. Magnussen, sjónvarpsmaður, sum saman við Jógvan Eli Dam, myndamanni, stendur fyri sendingunum. Hann sigur, at tey eisini fara at vísa onkrar skemtiligar hendingar.
? Í SvF um SvF herfyri vístu vit eitt brot úr eini av sendingunum. Hetta var um menn, sum boraðu tunnlar fyri Sev í Vestmanna. Teir vóru gassaðir í einum av tunnlunum. Tað var onkur, ið legði hetta til merkis og fekk menninar út. Tá vóru teir eitt sindur í ørviti - og fóru upp á gólv. Skaða fingu teir tíbetur ikki av hendingini, sum kundi verið rættuliga álvarslig, sigur Grækaris D. Magnussen.
? Vit fylgja eisini slóðini hjá einum hvalvíkingi, sum í 1922 fór til Danmarkar á missiónsskúla. Ymsar persónliga orsøkir gjørdu, at hann rýmdi til Kanada, greiðir Grækaris D. Magnssen frá.
Hesin hvalvíkingur búði so í Kanada í eitt mannaminni, uttan at lata hoyra frá sær. Hann kom síðan aftur til Føroya, og tá hildu øll sum vera man at hann var deyður. Í Kanada hevði hann ein minkafarm og hevði m. a. livað millum indiánarar sum fátækur maður.
Tá Grækaris og Jógvan Eli fara at fylgja slóðini hjá hesum hvalvíkingi, so verður farið til Kanada, har teir fara at royna at finna fólk, sum møguliga hava kent hann - og onkur av familjuni við.
? Eitt evni, vit hava fingið, er um eina arbeiðskonu hjá einum presti á Viðareiði í 1865. Tá hann fór til Danmarkar fór hon við. Nøkur ár seinni fór presturin til Vestindisku oyggjarnar. Vit vita ikki, um hon fylgdi við higar eisini, men vit vita, at hon seinni giftist í USA, sigur Grækaris D. Magnussen.
? Einaferð í 1908 royndu skyldfólk at finna hana, men tey funnu hana ikki, sigur Grækaris. Tey fingu kortini at vita, at ein skógareldur hevði herjað í umráðnum, har hon búði.
? Hon kann vera deyð í skógareldinum, men hon kann kortini hava eftirkomarar, sum vit fara at leita eftir, sigur Grækaris D. Magnussen, sum eisini ætlar at leita í stórum dátabásum á Internetinum.
Hvørjaferð farið verður út í fremmand lond at leita eftir føroyingunum, ætlar sjónvarpsmanningin at hava onkran úr familjuni við, og í hesum sambandi heitir Grækaris D. Magnussen á fólk um at koma við fleiri evnum, teir kunnu arbeiða við.
? Talan nýtist ikki at vera um dramatiskar hendingar, sigur Grækaris. Tað kann vera, at fólk hava upplivað eitthvørt, ella eru uppvaksin á onkrum fjarskotnum serligum stað fyri nógvum árum síðani, og fegin kundu hugsað sær at vitja aftur, sigur Grækaris at enda.
? Vit hava longu fleiri, men vilja fegnir hava enn fleiri áhugaverdar søgur í at velja.