Bólturin var eisini sparkaður út til føroysku sjónvarpshyggjararnar, nú endaspurturin í heimligu fótbóltskappingini verður næstu tvey vikuskiftini.
Men tað verður eingin serstøk ítróttarsending gjørd í ár.
Sjónvarp Føroya fer at fylgja nøkrum útvaldum dystum, og innsløgini frá hesum dystum verða send í Degi og Viku týskvøld.
Komandi vikuskifti er stóri dysturin í Gundadali, har bestu mansliðini hjá B36 og KÍ fara at spæla. Dysturin kann gerast avgerandi fyri kappingina meistaraskapin, tí vinnur KÍ, eru teir meistarar.
Sjónvarpið fer at taka hendan dystin upp, og brot verða at síggja úr honum í Degi og Viku týskvøldið. Tá verða eisini myndir at síggja frá seinasta dystinum hjá 2. deildarliðnum hjá FS Vágum, sum verður í Runavík leygardagin, og frá dysti hjá HB-kvinnunum, sum vunnu meistaraskapin seinasta vikuskiftið.
Leygardagin 2. oktober er seinasta umfar í 1. deild hjá monnum, og tá fer SvF eisini at fylgja onkrum dysti.
Eingin serstøk sending
Í fjør fylgdi SvF so at siga øllum dystunum í 1. deild seinastu umførini, men í ár verður ikki so nógv burtur úr, og tað hongur saman við, at SvF ikki hevur orkuna at gera krevjandi ítróttarsendingar fleiri vikuskifti á rað.
? Hetta er eitt val sum vit hava gjørt, og tí fara vit í ár ikki at brúka so nógva orku uppá seinastu umførini í fótbóltinum, sum vit gjørdu í fjør, sigur Øssur Winthereig, sum er tíðindastjóri í SvF.
? Vit høvdu so gjarna viljað gjørt meira við fótbóltin, tí vit vita at tað er gott sjónvarpstilfar, men tað ber bara ikki til, sigur hann.
Tað verður Tórður Mikkelsen, sum fer at standa fyri fótbóltsinnsløgunum næstu tvær vikurnar.
Útvarpið fylgir væl við
Føroysku bløðini gera nógv við ítrótt, og ikki minst fótbólt, sum hevur stóran áhuga millum fólk, og bæði her á blaðnum og hjá øðrum fer nógv at verða skrivað um fótbólt næstu tvær vikurnar
Útvarp Føroya fylgir eisini væl við fótbóltinum, og teir fara at halda fram við sínum frásagnum frá teimum mest týðandi dystunum.
Seinastu tvey umførini fara avgerðir at falla í bæði botninum og toppinum í 1. deild hjá monnum, og summar av teimum fara at falla beinleiðis í Útvarpinum.
Landsdysturin
ikki vístur
Tá føroyska A-landsliðið í fótbólti fer at spæla seinasta dystin í hesi EM-undankappingini í Prag 9. oktober, verður Sjónvarp Føroya ikki við.
Sjónvarpið hevur annars verið við til allar hinar EM-dystirnar hjá Føroyum í hesi undankappingini, men tað fara ongar sjónvarpsmyndir at koma til Føroyar úr Prag.
Sjónvarp heldur seg ikki hava ráð at keypa neyðugu rættindini og tíðina at senda um fylgisvein, og tí mugu fótbóltsáhugaðir føroyingar noyðast við beinleiðis útvarpsfrásøgn og síðani frásagnirnar í bløðunum.
Sjónvarp Føroya fer at taka kappingina um at gerast Føroya sterkasti maður upp. Hendan kappingini verður fyrst í november mánaði. Og í vetur verður ítrótturin dekkaður eftir førimuni, sigur tíðindastjórin í SvF.