Mikukvøldið klokkan 19 skulu føroysku meistararnir møta turkisku meistarunum Fenerbache í Istanbul. SVF fer at senda dystin beinleiðis av heimaleikvøllinum hjá Fenerbache, har viðhaldsfólkið hjá turkisku meistarunum er tiltikið fyri at vera á gosi, tá liðið spælir har.
Liðini møtast í øðrum undanumfari í Champions League kappingini. Vinnararnir í øðrum undanumfari, skulu spæla eitt umfar afturat, áðrenn bólkaspælið byrjar.
Sjálvt um spælararnir hjá Fenerbache ikki eru eins kendir sum teir, sum spæla í ensku kappingini, so er Fenerbache eitt tað sterkasta liðið, sum eitt føroyskt lið hevur drigið.
Glasgow Rangers spældi ímóti GÍ, og tað er nokk tað liðið, sum kemur nærmast í styrki við Fenerbache.
Upprunaliga skuldi seinni dysturin verið á Tórsvølli 1. august klokkan 19.00, men roynt verður at flyta hann til kl. 18.30 og tann dystin sendir SVF eisini beinleiðis.