Um ein tvær vikur fer Pætur við Keldu at royna seg í danska Melodi Grand Prixnum. Vanliga fylgir ein millióna stór donsk hyggjarfjøld hesi kapping, sum verður send beinleiðis í Danmarks Radio, og føroyingar fáa eisini møguleikan hyggja.
Sjónvarp Føroya ætlar at senda danska Grand Prixið, og tað kemst sjálvandi av, at hesaferð er ein føroyingur millum finalistarnar.
Vanliga verður danska Grand Prixið ikki sent beinleiðis í føroyskum sjónvarpi, men hesaferð ætlar SvF at seta neyðugu tíðina av leygarkvøldið 9. februar.
Grand Prix luttøkan hjá Pæturi verður helst stóra samrøðuevni hetta kvøldið, so tað er helst eingin orsøk hjá SvF at undirhalda føroyingum sendingum.