Um dagarnar fekk Sjónvarp Føroya eykajáttaninar fyri 1998 og 1999. Løgtingið játtaði at geva stovninum, sum fíggjarliga hevur verið í havsneyð, tær eykajáttanir biðið varð um, men tað sær ikki út til, at hetta verður seinasta ferðin, at løgtingið má geva SvF pening.
Eitt upprit, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur latið gera, sigur, at stovninum tørvar fimm milliónir, fyri at hava eitt nøktandi inntøkugrundarlag. Funnið er fram til, at tað grundarlagið hjá SvF er 25 milliónir, men í løtuni klárar SvF ikki at fáa meiri enn 20 milliónir inn við síggjargjaldið, spølum og øðrum.
Tá SvF varð stovnað, var eingin ivi um, at tøknin, sum varð keypt, var góð, men menningin á økinum hevur havt við sær, at SvF als ikki hevur kunnað fylgt við. Nú verður alt digitaliserað, og skal SvF undir hetta, so kemur tað at kosta fýra milliónir um ári næstu trý árini.
Aftaná tað er so neyðugt við eini fastari viðlíkahaldsætlan, sum ger, at tøknin alla tíðina verður hildin við líka soleiðis, at stovnurin allatíðina kann halda tøkniliga støði, verður sagt í uppritinum frá UMMS.