Svimja um Nólsoyarfjørð leygardagin

Í sambandi við Ovastevnuna verður skipað fyri svimjing um Nólsoyarfjørð leygardagin. Teinurin um fjørðin er fýra kilometur. Metið eigur Dia Jacobsen, sum hevur svomið teinin upp á umleið fimm korter

Fyri áttandu ferð verður skipað fyri svimjing um Nólsoyarfjør í sambandi við árligu Ovastevnuna í Nólsoy, sum verður um vikuskifti. Tað er Erlendur Simonsen, sum skipar fyri svimjingini. Hann er svimjari sjálvur, skipari á Rituni og hevur konu úr Nólsoy. Sum skipari á Rituni er hann í Nòlsoy fleiri ferðir um dagin, men leygardagin fer at so at svimja um fjørðin.

- Vit byrjaðu við hesum tiltakinum í 1998, og var endamálið tá at savna pengar til svimjilhylin í Nólsoy. Hetta tiltakið gevur í sjálvum sær kanska ikki so nógvar pengar, men hetta er eitt stuttligt tiltak, sum fólk leggja til merkis, sigur Erlendur Simonsen.

Erlendur veit um einar 6-7 svimjarar, sum ætla sær við, men fleiri kunnu koma. Tá flest hava verið við, vóru teir 16.

Erlendur leggur dent á, at tiltakið bæði er fyri kappsvimjarar og motiónssvimjarar. Fólk velja eisini sjálv, um tey nýta fitjur ella ikki. Treytin fyri at vera við er kortini, at ein bátur fylgir hvørjum svimjara, og við bátinum skulu vera minst tvey fólk. Harumframt er eisini ein formansbátur, sum skipar fyri navigatión o. s. fr. Harafturat eru eisini samarittar frá Reyða Krossi við.
Erlendur Simonsen sigur, at luttakararnir skulu møta kl 9 yvir við Strond 22 í Havn, har Radioamatørarnir og Føroya Ellisakfør halda til. Lagt verður á fjørðin kl 10:15, soleiðis at svimjararnir kunnu passa seg eftir sjóvarfallinum  fimm korter fyri vestfalskyrrindini í Nólsoyar bygd. Málið er ærisportrið í Nólsoy.
Tað er kappsvimjarin Dia Jacobsen, sum oftast hevur vunnið. Hann hevur vunnið fýra ferðir og hevur eisini metið, sum er ein tími og 15 minuttir.
Tey, ið ynskja at verða við, kunnu ringja til Erlend Simonsen á telefon 220644.