- Langhylurin er fyrsta stóra ítróttrarliga raðfestingin hjá sitandi samgongu, sigur Annika Olsen.
Havnaborgarar nýtast ikki at óttast, tí langhylurin er í tryggum hondum, sigur Annika Olsen, sum sigur, at hann hóast alt bara er útsettur nakrar mánaðir.
Hon vísir á, at í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu er langhylurin í Gundadali ein av fremstu raðfestingunum, men í løtuni eru ov nógvar aðrar verkætlanir í gongd, til at tað er ráðiligt at fara undir langhylin eisini.
Hon vísir á, at skúlin á Fløtum, Musikkskúlin, Tórshavnar Havn og út- og umbyggingin av Tjarnargarði gera at verkætlanir fyri 973 milliónir krónur longu eru í gongd og at íløgukarmurin í ár er heilar 197 milliónir krónur, tað mesta nakrantíð.
- Tá ið stórar verkætlanir liggja inni í karminum, í hesum føri serliga Skúlin á Fløtum og Musikkskúlin, er sera trupult fyri ikki at siga fíggjarliga ábyrgdarleyst, at seta í gongd verkætlanir fyri 100 tals mió kr samstundis, sigur hon.
Tí hevur býráðssamgongan valt at útseta langhylin til eftir at Musikkskúlin er liðugur í 2019.
- Ætlanin er tí at undirrita projekterinsavtalu seinni í ár við SNA. Vanligt er, at tað tekur eitt ár at projektera, og síðan kann farast undir sjálva byggingina.
Les eisini Langhylurin er í tryggum hondum
Hon heldur ikki, at tað er rætt, at farna býráð roynir at kanna sær æruna av langhylinum.
- Langhylurin hevur verið á dagsskrá í býráðnum síðani 2004, uttan at nakað ítøkiligt er komið burturúr, annað enn eitt arkitektauppskot fáar vikur undan, at sitandi meirluti tók yvir í býráðnum í 2017, sigur hon.
- Vit ásanna, at svimjingin í Tórshavnar kommunu eigur at fáa fremstu raðfesting, og tí verður langhylurin eisini fyrsta stóra ítróttrarliga raðfestingin hjá sitandi samgongu. Langhylurin er umráðandi fyri trivnaðin hjá okkara borgarum og ikki minst verður hann føroyskari svimjing at frama, sigur Annika Olsen.