NÓLSOY
Hóast Jákup av Skarði, limur í fyrireikingarnevndini fyri svimjihylin í Nólsoy, ikki metir tað vera heppið at fáa Tórshavnar kommunu sum Nólsoy er partur av við í arneiðið at byggja svimjihyl í bygdini, so metir Heðin Mortensen, borgarstjóri, at tað er neyðugt at fáa inniloka høllina innan ov langa tíð, tí annars metir hann, at tað arbeiðið, sum longu er gjørt, er burturspilt. Hann sipar til armering o.a., ið sum nú er stendur úti í øllum veðri.
- Enn kann tað bjargast, men um bíðað verður alt ov leingi, er neyðugt at gera alt umaftur, sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at hetta ikki er nakað sum býráðið yvirtekur her og nú, men at fundur verður við nólsoyarnevndina í næstum, og tí skuldi verið greitt innan ein mánaða, hvussu leikur fer í hesum máli. Heðin Mortensen sigur, at um kommunan skal vera við í verkætlanini, skal hetta svimjihylurin takast við í næstu fíggjarlóg, og grunnurin, sum arbeiðið við málinum avtakast.
Hann heldur tó, at tað hevði verið skilagott, um kommunan og nevndin í grunninum arbeiddi í felag við at fáa bygt svimjihylin, og at fundir eisini hava verið millum partarnar um málið.
Hann sigur seg tó væl skilja Jákup av Skarði, sum sigur, at nólsoyingar sjálvir vilja byggja sviljihyl, og borgarstjórin kallar hetta prísverdugt.
Heðin Mortensen sigur, at upprunaliga varð mett, at kostnaðurin fór at liggja um 10 milliónir, men at býararkitekturin er biðin um at koma við eini meting um, hvussu nógv ein svimjihylur fer at kosta.
Heðin Mortensen sigur, at higartil hevur kommunan umvælt skúlan í Nólsoy og bygt barnagarð, og at hann kundi hugsað sær, at svimjihylurin bleiv partur av skúlanum, so næmingarnir í bygdini kundi brúkt svimjihyln í skúlatíðini, og at hann so varð opin fyri almenninginum eftir skúlatíð.
MYNDATEKSTUR:
- Enn kann tað bjargast, men um bíðað verður alt ov leingi, er neyðugt at gera alt umaftur, sigur Heðin Mortensen um tað sum higartil er gjørt av svimjihylinum í Nólsoy.