Hálvgum fimm løgdu svimjararnir frá landi Yviri við Strond, og góðan hálvan annan tíma seinni legði fyrsti svimjarin at landi í Nólsoy Tá Ovastevnan fór inn í sítt fimta ár, vendi Erlendur Simonsen sær til Stuðulsnevndina fyri svimjihyl í Nólsoy at vita, um nevndin hevði áhuga í, at hann skipaði fyri svimjing um Nólsoyarfjørð í sambandi við Ovastevnuna.
Nevndin tók fegin undir við hesum tiltakinum, og tað hepnaðist so væl, at tað nú fyri 11. ferð varð svomið um Nólsoyarfjørð.
Hesaferð var svimjingin skipað soleiðis, at svimjararnir kundu velja millum at svimja allan fjørðin, sum er 4.000 metrar, ella 1.000 metrar, sum byrjaði frá einum báti sunnan fyri Lundagjógv í Nólsoy.
Hóast fýra høvdu meldað til á hvørjum teini, svumu einans tríggir á longra teininum, og tveir á tí styttra.
Á longra teininum høvdu bert mannfólk meldað til, meðan bert konufólk høvdu meldað til á styttra teininum.
Longra teinin vann Evald Rasmussen við tíðini 1.32,41, nummar tvey gjørdist Erlendur Simonsen við tíðini 1.49,58 og nummartrý bleiv Kári Simonsen við tíðini 1.57,58
Hjá kvinnunum møtu bert tvær til start. Súsanna Skylv vann framman fyri Rannvá Djurhuus.
Skoytast kann upp í, at Erlendur Simonsen ? sum hin einasti ? hevur verið við øll 11 árini.