Ísvirkið fór undir heilt 25.08.2011

So varð ”Ísvirkið skoldað”. Hetta var bygningurin, ið flestu fuglifirðingar handan eyst­ara landið festu eygað á, tá ið teir morgun og kvøld sótu framman fyri køks­vindeygað við einum morgun- ella seinra­partdussi. Øll míni ár hevur hetta verið ein ikon – húsið við tí reyðu tekj­uni, reyðu hurð­unum og vind­eyga­karm­unum, ið læt upp fyri einum ávísum ráki í hugans heimi og bygdarsøgu.

Eitt sindur um søguna um Ísvirkið (Handils­virkið Haraldsen 75 ár)
Jákup Haraldsen stovnaði 1940 partafelagið Fuglafjarðar Ísvirki. Tey, ið stovnaðu hetta virki, vóru: Jákup Haraldsen, Anna Haraldsen og Kristian Haraldsen (Bassi). Farið varð við tað sama undir at byggja á hell­una uttan fyri Køvugjógv.
Tá ið annar heimsbardagi brast á í 1939 varð ikki møgu­ligt at selja fisk til tey londini, sum vanliga keyptu frá okkum - Spania, Italia, Portu­gal og Grikkaland, tí mátti farast undir okkurt annað, sum kundi menna okkara samfelag. Bretar tóku stóran part av fiskiflotanum til hern­aðin, tí teimum vantaði hernaðarskip. Hetta førdi við sær, at matvørur komu at tróta á marknaðinum, helst fiskur, og tí fór prísurin á honum munandi upp.
Føroyingar sóu ein møgu­leika at vinna sær nakrar krón­ur burtur úr hesari støðu og fóru at sigla við fesk­um fiski til tann bretska markn­aðin. Her skuldi ísur til fyri at halda fiskin feskan, og fá og smá vóru ísvirkini her á landi, so hetta munti ikki nógv. Í Eystur­oy var einki virki.
Framleiðslan av ísi á Is­virkinum var uml. 12 tons um samdøgrið. Sjálvandi keyptu tey føroysku skipini eisini ís úr Bretlandi, hóast vanliga hugsanin var tann, at ísurin úr Fuglafirði var nógv betri enn tann enski. Vatnið til ísin kom úr Kelduni Vígdá omanvert Ísvirkið.
Tá ið kríggið endaði í 1945, og skip góvust at sigla til bretska marknaðin , so kom steðgur í ísframleiðsluna, og seinast í fimmtiárunum varð virkið gjørt til eitt flakavirki og fór ein menning fram á hes­um stað til 1992, tá ið kreppan kom. Hetta var gongdin, og hetta er ein partur av hesi søgu.
Oddfríður Harladsen, sáli, var maðurin, ið stýrdi hes­um valaplássi heilt fram til hendan “øskudag” í 1992, tá ið alt Føroya land var komið á ørmundar­húsið.

Skaldakent hús
Heilt uppi undir Nón á Gjógv­arafjalli vellir Keldan Vígdá fram. Tú kanst síggja froðuna standa frá henni góðveðurs­dagar, tá ið ljósagrønur mýri­mosi liggur sum eitt klæði kring ta skúmandi keld­una.. Hon flýtur inn í eygna­krók­arnar á hvørjum mansbarni í bygdini, og væl smakkar vatnið undan krananum frá hesari keldu. Keldan er lívs­æðrin í bygdini. Hon hevur í túsundir av árum runnið undan hesari valling uppi undir Nón og sagt sína søgu um tað, sum hevur verið kring hana og tað, sum hevur verið í hes­um dópsvatni. Hon hevur doypt Ísvirkið hvønn dag síðani fyrst í fýrati áru­num, so hesin dópur hevur ikki munað til tað oyð­andi megina, sum liggur í manna­hond­­ini, nú Ísvirkið er avdankað.
Í mong ár vóru bert tvey hús úti við Køvugjógv. Tað var Ísvirkið og húsini hjá Jacob Úti á Land. Soleiðis verður t. d. lendið kallað úr Rossa­gerði út á Leitið.
Seinrapart onkran sunnu­dag í góðum summarveðri, varð gingið túr í mínum barna­árum Út á Land. Hetta varð langt at fara, og var tað satt at siga sum at koma í eitt annað land. Tað var forvitnis­ligt at koma so nær at Ísvirki­num, so stórt tað var – reytt og hvítt. Løgið var tað, at tann heiti, lívgandi, reyði litur­in skuldi kasta ís av sær. Tað dugdi eingin barnasál at ímynda sær; men hóast tað, so var tað so. Hetta hús hevði so stórt pláss í hjørtum okkara, at tað var har dag og nátt... og er har enn...nú er tað farið... Evigt ejes, kun det tabte.

Onnur hús
Tað var at undrast yvir at standa vestarumegin landið og skoða t. d. Borgina og Húsa­fell­ið, sum stóðu sum kempur og goymdu at sínum húsum – Koksi­num, Stórhúsi og tí lítla kai­húsinum eystarumegin á fjørði­num. Tað var eisini reytt, men tað hevði ikki ta glóð í sær sum Ísvirkið. Hetta litla, fitta húsið á kaiini minti meira um Reyða húsið sum Kazimir Malevich (russiskur listamaður f. 1878 d. 1935) málaði á sinni, sum er ein heim­s­­kend­ur máln­ingur.. og ikki at gloyma tað gula húsið hjá Solberg, sála, Norður í Líð. Ovara síðan er gul við einari reyðari hurð. Hinar tríggjar síðurnar eru grønar, vind­skeið­irnar eru reyð­brúnar og minnir meira í skapi á Reyða húsið hjá Kazimir enn Ísvirkið. Listin hjá Kazimir verður kallað fyri suprima­tisma. (Suprimus – hevjað upp). Hann málaði tann Svarta fýr­kant­in, sum eisini er ein heim­s­kend mynd, og er Reyða húsið ein partur av einari ikonisk­ari ímynd millum ymiskar lista­rætn­ingar – kubismu, surrialismu, symbol­ismu og futurismu. Hetta rum­­s­aðað­ist í sinni hans­­ara, áðrenn hann kom til suprimatis­­muna - Svarta kvadratið, Svarta kross­in, Hvíta fýr­kant­in... og so hesa elsku­ligu mynd­ina: Reyða húsið.
Ísvirkið er nú farið, og bygd­in hevur mist aftur eitt sjald­sama vakurt hús, sum óivað Kazimir hevði verið glaður um at sæð. Enn hava vit Keld­­una Vígdá, og enn eiga vit slottið hjá Solberg Norð­­­uri í Líð, sum er uml. 6 fer­metr­ar. Hetta er ein troyst, og kanska er tað tann sein­asti suprimat­istiski bygn­­­ing­­­­urin her í bygdini. Væl­sign­­­­aður veri Solberg, sáli, fyri tað.