Tað er ikki vist, at tú ert liðugur at liva - ei heldur at bróta lógina - fyri tað, um tú ert komin væl inn í áttatiárini.
Í Svøríki er ein 83 ára gamal maður ákærdur fyri at hava flutt stívliga trý kilo av amfetamini til eina adressu í svenska býnum, Norrköping.
Sambært ákæruritinum varð amfetaminið goymt á hesi adressu Aftrat tí 83 ára gamla, eru tríggir aðrir persónar eisini ákærdir í málinum.
Tíðindastovan NTB veit í kvøld at siga, at øll tey ákærdu í narkotikamálinum í Norrköping.nokta seg sek í ákærunum.