Svøríki er í hálvfinaluni

Noreg misti á stokkinum í grannauppgerðini, og Spania tryggjaði sær við teprum sigri ímóti Póllandi pláss í hálvfinaluni

Mynd: polfoto

Hálvfinalurnar í EM kappingini í hondbólti vera fríggjadagin, og nú eru tríggir av luttakarunum í hálvfinalunum funnir.

 

Danmark tryggjaði sær í gjárkvøldið pláss í hálvfinaluni. Um tað verður sum vinnari ella nummar tvey í bólkinum fæst at vita í morgin. Frakland, sum í annaðkvøld fer at spæla ímóti Danmark, og Ísland og Montenegro, sum hittast, hava øll møguleikan at vinna seg í hálvfinaluna.

 

Um tað eydnast Fraklandi at vinna fulla úrtøku ímóti Danmark, verður Frakland vinnari av bólkinum. Annars verður Danmark vinnari av bólkinum.

 

Í hinum bólkinum í millumumfarinum hava tað í dag verið tríggir dystir.

 

Avgerandi fyri hálvfinalurnar var úrslitið í grannauppgerðini millum Svøríki og Noreg, sum stutt undan leikloki var frammanfyri 22 – 18. So steðgaði tað upp hjá norðmonnum, meðan sviar vístu seg at vera so drúgvir, sum teir so ofta hava verið.

 

Svøríki skoraði fimm mál á rað – tað síðsta við brotskasti, tá ið tað restaðu 15 sekund, og so var Svøríki í hálvfinaluni. Hjá Noregi var tað nóg mikið við javnleiki, men tað eydnaðist ikki at skora í síðsta álopinum, og so vann Svøríki 24 - 23 og tryggnaði sær pláss í hálvfinaluni, meðan norðmenn eru vónbrotnir eftir at hava tapt síðstu sjey minuttirnar 6 – 1.

 

Fyrr í dag tryggjaði Spania sær pláss í hálvfinaluni við teprum 28 - 27 sigri ímóti Póllandi. Tað var spanski málverjin Corrales, sum í síðstu løtu stórbjargaði tvær ferðir og átti sín stóra lut í, at Spania er í hálvfinaluni

 

Fyrr í kvøld var Russland frammanfyri 17 – 14 eftir fyrra hálvleik ímóti Týsklandi, men sum so mangan áður so megnaðu týskarar at svara aftur, og í síðsta minutti skoraðu teir 30 – 29 sigursmálið. Úrslitið ber við sær, at Týskland endaði á fjórða og Russland á fimta plássi í bólkinum.

 

 

 

Mynd: polfoto