UEFA hevur júst havt lutakast, um hvørjir trýarar í teimum ymisku EM-undankappingarbólkunum møtast í Play Off dystum, har vinnararnir í teimum fýra dystunum sleppa til EM-endaspælið í Fraklandi komandi summar.
Lutakastið bleiv :
Ukraina - Slovenia
Svøríki - Danmark
Bosnia-Hersegovina - Írland
Noreg - Ungarn
Í Noregi stórfegnast ítróttarpressan um tað, sum tey nevna eitt "dreymalutakast", nú Noreg fekk Ungarn, sum ikki uttan hepni og dómaraavgerðir vann tveir teprar sigrar á Føroyum í EM-undankappingini.
Stór og søgulig grannauppgerð verður millum Svøríki og Danmark. Við norðurlendskum eygum er tað tó ein uggi, at minst eitt norðurland aftrat saman við Íslandi verður at finna í EM-endaspælinum komandi summar.
Dystirnir verða spældir hóskvøldið 12. november klokkan 19.45, og sunnukvøldið 15. november klokkan 19.45. Lítil ivi er um, at nógvir fótbóltshugaðir føroyingar fara fylgja uppgerðunum millum Svøríki og Danmark. Tó kann dysturin millum Svøríki og Danmark verða fluttur, tí eitt stórt tiltak er á Friends Arena í Stokkhólmi 12. november.