Sviar eru nú klárir til hálvfinaluna við HM. Tá skal Svøríki møta Frankaríki í einum dysti, sum skal spælast fríggjadagin í Stokkhólmi.
Tað er greitt, eftir at Svøríki í kvøld vann 26-22 á Egyptalandi, meðan Frankaríki vann 35-28 á Týsklandi.
Egyptar stríddust manniliga allan dystin ímóti Svøríki, men manglaðu tað síðsta fyri at standa seg ímóti favorittunum.
Svøríki var aftanfyri 5-7 í byrjanini av dystinum, og egyptar vóru eisini frammanfyri 9-8.
Men við seks málum á rað hevði heimaliði sett tingini upp á pláss og var á odda 14-9 í hálvleikinum.
Tað bleiv so til átta mál á rað, um rokna tey tvørtur um hálvleikin.
Síðani komu egyptar ongantíð nærindis svium aftur. Tættast var Egyptaland, tá liðið minkaði tl 19-22.
Men Svøríki helt frástøðuna og eitt sindur afturat, og harvið kom spenningur ongantíð í dystin aftur.
Serliga svenski málmaðurin Andreas Palicka syrgdi allan dystin fyri at halda málini hjá egyptum niðri á einum lágum støði.
Tað spilti tó spælið hjjá Svøríki, tá stjørnan Jim Gottfridsson fór út við skaða tíggju minuttir inni í dystinum.
30 ára gamli Gottfridsson fekk viðgerð fyri skaða í vinstra peikifingri, sum hevði sitið fastur í blusuni hjá einum mótstøðumanni.
Daniel Lagergre, sum er tíðindastjóri hjá svium, segði við tíðindastovuna TT undir dystinum, at Gottfridsson verður kannaður nærri á sjúkrahúsi at vita, hvussu stórum skaðin er. Tað krevur eina skanning, segði hann.
Við sigrinum ger eisini greitt, at Danmark skal úr Svøríki og spæla hálvfinalu ímóti Spania fríggjadagin í pólska býunum Gdansk.
Svøríki, sum er vertur saman við Póllandi við hetta endaspæli, kann gleðast um at vera verandi í Stokkhólmi fyri at spæla hálvfinalu fríggjadagin. Har er tað Frankaríki, sum skal ein túr úr Póllandi til Svøríkis.
/ritzau/