Svenski hægstirættur hevur góðkent fyrstu útflýggjan av einum PKK viðhaldsfólk úr Svøríki til Turkalands.
Tað skrivar svenska tíðindastovan TT.
Dómstólurin góðkendi útflýggjanina í síðstu viku, og tað er nú upp til svensku stjórnina at gera av, um hon skal fremjast í verki.
Viðkomandi PKK viðhaldsmaðurin er 35 ára gamal. Hann varð handtikin í Svøríki í fjør eftir áheitan frá turkiska ríkisadvokatinum.
Maðurin varð í 2014 dømdur fýra ár og sjey mánaðir í fongsul í Turkalandi fyri rúsevnisbrotsverk.
Eftir at hann varð royndarleyslatin, flutti hann til Svøríkis. Og nú krevur turkiski ríkisadvokaturin altso, at tann 35 ára gamli skal sita restina av revsingini í Turkalandi.
Sambært manninum sjálvur verður hann útflýggjaður, tí at hann hevur verið politiskt aktivur í prokurdiska HDP flokkinum og opið hevur víst sín stuðul til PKK á Facebook.
Hesum vísir turkiski ríkisadvokaturin aftur.
Avgerðin hjá svenska hægstarætti kemur undan Natofundinum í næstu viku millum Turkaland og Svøríki.
Umboð fyri Turkaland, Svøríki og Finnland hittast soleiðis í vikuni umleið 12. juni, har royndin hjá Svøríki at gerast limur í Nato er á skránni.
Svøríki og Finnland boðaðu miðskeiðis í mai í fjør frá, at tey bæði londini fóru at søkja um Nato limaskap.
Fyrst í apríl eydnaðist tað Finnlandi at gerast limur í Nato, tá Turkaland gav grønt ljós.
Hinvegin hevur Turkaland higartil ikki vilja góðkent svensku umsóknina. Heldur ikki Ungarn hevur enn góðtikið svensku umsóknina.
Grundgevingin hjá turkisku stjórnini er, at tey halda, at Svøríki stuðlar kurdiskum yvirgangsfólki.
/ritzau/