Svenska kvinnulandsliðið í hondbólti fer at taka lut í EM-endaspælinum, ið verður í Sveis, Eysturríki og Ungarn millum 28. november og 15. desember.
Tað gjørdist greitt seinnapartin aftaná enn ein svenskan stórsigur á Íslandi í okkara EM-undankappingarbólki, bólki 7.
Ísland fekk annars eina góða byrjan, og var á odda bæði 3-0 og 7-4, men so vaknaðu tær svensku, og í steðginum var Svøríki á odda 18-11. Í seinna hálvleiki bygdu tær svensku upp á leiðsluna, og tær vunnu at enda stórsigur 37-23.
Farna mikukvøld vann Svøríki á útivølli 37-24 (17-12) á Íslandi.
Hetta merkir, at Svøríki hevur ikki so nógv at spæla fyri, tá tær spæla móti Føroyum í høllini á Hálsi, mikukvøldið 3. apríl. Tað gevur vónir um, at okkara kvinnur kunnu fáa eitt minni tap, ið ikki fer ov illa við málmuninum, og sum kann halda okkum millum fýra teir fremstu tríararnar í teimum átta undankappingarbólkunum. Fýra teir fremstu tríararnir vinna seg nevnliga í EM-endaspælið.
Gongdin í dystinum Svøríki-Ísland: 0:3, 4:7, 8:8, 11:9, 15:9, 18:11, 22:13, 26:15, 30:18, 32:20, 37:23.
Svøríki: Nina Dano 6, Mathilda Lundström 6, Sofia Hvenfeld 5, Nima Koppang 4, Jennifer Johansson 3, Linn Blohm 2, Jenny Carlson 2, Emma Lindqvist 2, Jamina Robers 2, Elina Hansson 2, Kristín Þorleifsdóttir 1, Tyra Axner 1, Nathalie Hagman 1.
Bjargingar: Elvelina Eriksson 8, 50% – Irma Schjött 5/1, , 45,5% – Johanna Bundsen 3, 25%.
Ísland: Thea Imani Sturludóttir 6, Perla Ruth Albertsdóttir 4, Elín Rósa Magnúsdóttir 3, Þórey Rósa Stefánsdóttir 3, Katrín Tinna Jensdóttir 2, Jóhanna Margrét Sigurðardóttir 2, Þórey Anna Ásgeirsdóttir 2, Elín Klara Þorkelsdóttir 1.
Bjargingar: Elín Jóna Þorsteinsdóttir 6, 18,8% – Sara Sif Helgadóttir 1, 8,3%.
2.753 áskoðarar vóru til dystin, ið var leiktur í Karlskrona.
Í morgin klokkan 17 spæla Føroyar og Luksemborg í høllini á Hálsi í Havn.
Støðan í EM undankappingarbólki 7:
Svøríki | 4 | 4 | 0 | 0 | 150:84 | 8 |
Ísland | 4 | 2 | 0 | 2 | 107:111 | 4 |
Føroyar | 3 | 1 | 0 | 2 | 77:81 | 2 |
Luksemborg | 3 | 0 | 0 | 3 | 47:105 | 0 |