Swangah farnir undir altjóða samstarv

Á nýggjasta staklagnum, sum rappbólkurin Swangah hevur kunngjørt, hava teir tveir amerikanskar rapparar við. Talan er um teir báðar Slaine og Celph Titled, sum ikki eru hvørjir sum helst í hipphopp-heiminum, har teir hava hópin av útgávum í skjáttuni.

 

Lagið við Slaine og Celph Titled ber heitið Point-blekk, og verður rappað bæði á amerikanskum og føroyskum. Urbanus Olsen hevur gjørt tónleikin, meðan Eyðun Müller Thomsen hevur tikið upp og framleitt.

 

Hetta er triðja staklagið av fløguni Undirgangstónar, sum kom út fríggjadagin. Leygardagin spældu Swangah á Vágsbotn og fyri framman eru millum annað konsertir á ólavsøkju og á Summarfestivalinum.

 

Hoyr lagið Point-blekk á leinkjuni niðanfyri: