Swangah fekk flestar virðislønir

Nú einans Ársins Tónleikaheiður er eftir at handað, er vorðið greitt, at rappbólkurin Swangah er ársins stóri sigursharri, eftir at Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fyri løtu síðan kunngjørdi at rappbólkurin hevur vunnið Ársins útgáva í Popp/Rokk flokkinum fyri útgávuna Lán Mær eitt oyra.


Sostatt er Swangah einasti bólkur ella einstaklingur, ið hevur vunnið meira enn eina virðisløn í kvøld. Fyrr á kvøldinum vann bólkurin nevniliga FMA virðislønina fyri ársins tekst. Harumframt var bólkurin tilnevndur Ársins bólkur/einstaklingur, men vann Lea Kampmann tann heiðurin.


Talan er um triðju FMA-virðislønina, ið rappbólkurin hevur vunnið. Fyrsta virðislønin bleiv vunnin í 2014, fyrstu ferð FMA bleiv hildið, tá bólkurin vann heiðurin Ársins live bólkur.


Hinar útgávurnar sum vóru tilnevnd Ársins útgávu í Popp/Rokk flokkinum vóru Dagur legst at degi - Eyðun Nolsøe, Son of Fortune - Son of Fortune, Common Blue - Lea Kampmann og Momo – Momo.