Dimmalætting skrivar, at alt týðir á, at Danni Syhler spælir við H71 í hesum kappingarárinum.
Danni Syhler var saman við David Edvardsen og Sveini Justinussen ein av undangongu monnunum hjá StÍF í farna kappingarári. Men nú týðir alt á, at teir av skálarfjørðinum mugu verða bæði Edvardsen og Syhler fyri uttan, tá kappingin fer av bakkastokki aftur.
David Edvardsen skifti fyri mánaða síðan til Neistan, og í kvøld skrivar Dimmalætting, at Danni Syhler helst spælir við H71 í vetur. Í stuttari viðmerking sigur hann, at einans undirskriftin restar í.