Symfonibrak við Frændum

Lagt er upp til eitt konsertbrak av eini aðrari verð, tá Frændur og Føroya Symfoniorkestur trína á pall 30. oktober. Talan er um stóra ætlan, ið ÚF og Svf eisini eru við í og senda frá. Ætlanin er mett at kosta eini 600.000 krónur

Nakað hevur verið frammi um stóra tiltakið við Frændum og Føroya Symfoniorkestri, men tað er , sum hevur eingin rættiliga vita, hvat hetta snýr seg um.

Í gjár hittust í Norðurlandahúsinum umboð fyri fyrireikarar og luttakarar til fyrsta fyrireikandi fundin. Og greitt er, at talan er ikki um smávegis tiltak

Talan er ikki um sangleik ella samanhangandi brot. Steintór Rasmussen frá Frændum sigur, at talan er um eina stóra rock symfoniska konsert. Konsertin verður í trimum. Frændur hava valt út 7 løg, sum danin Jørgen Lauritsen hevur sett úr fyri symfoniorkestur. Millum løgini eru 80?ini, Millum brot og vandasker og Føroyar. Jørgen Lauritsen er útbúgvin urguleikari og jazzpianistur og komponistur.

Frændir leika einsamallir, saman við kóri og so saman við Føroya Symfoniorkestri.

Steintór heldur ikki, at so langt hevur verið frá hugskoti til veruleika, men slíkar ætlanir hava tað við at vaksa. Bólkurin hevur valt at leggja dent á ljóðgóðsku og hevur keypt roynt fólk á økinum, tí tað kravdist.

Saman við teimum trimum føstu limunum í Frændur, fara á pall Finnur Hansen, tangentar, Rógvi á Rógvu, trummur og Jan Zachariassen á bass. Royndir menn, harav onkur teirra er drúgvur í frændurhøpi.

Tað var upprunaliga Føroya Symfoniorkestur, ið fekk hugskotið til tiltakið. Alex Sólstein sigur, at tey við hesum ætla at náa eina breiðari fjøld og vísa á, at orkestrið eisini hevur nakað at geva, tá tað snýr seg um nýmótans tónleik. Harafturat, so eru orkestrini bæði nøkulunda javngomul. Bæði Frændur og Symfoniorkestrið eru stovnað fyrst í 80?unum.

Alex metir hetta vera stóra avbjóðing, tí slíkt hevur orkestrið ikki roynt áður. Í hvussu er ikki í so stórum málistokki. Tá Jesus og Makedonarin hjá Paula í Sandagerði var framført var talan um stórt verk, men ikki vóru so nógvir strúkarar við, sum talan er um 30. oktober í ár.

Talan er um sera stóra og kostnaðarmikla ætlan, ið Symfoniorkestrið, Frændur og Norðurlandahúsið standa fyri, í samstarvið við Svf og ÚF. Ætlanir eru um 2 konsertir og loftmiðlarnir senda beinleiðis frá seinnu konsertini.

Kostnaðarætlanin ljóðar uppá einar 600.000 krónur. Statoil er høvuðsstuðul og hevur stuðlað arbeiðinum at seta løgini út fyri symfoniorkestur. Fróði Vestergaard frá Norðurlandahúsinum sigur, at Húsið stuðlar við 250.000 krónum. Hann sigur, at í komandi viku verður farið undir at selja atgongumekini.

Stuðlað hava eisini Atlantic Airways við bíligum ferðum og Hotel Føroyar við bíligari gisting.

Fyrsta konsertin verður leygarkvøldið 30. oktober og seinna dagin eftir. Væntandi verða tær um ein tíma og 20 minuttir til longdar. Rúm verður fyri eini 1300 lurtarum til tær báðar konsertirnar, ið helst gerast varðar í søguni hjá báðum orkestrunum og føroyskari tónleikasøgu sum heild.