Symfoniorkestrið 25 ár í dag

Í dag eru liðin 25 ár síðani, at Føroya Symfoniorkestur varð stovnað. Í hesum sambandi verður móttøka í Norðurlandahúsinum í dag millum kl 14 og 17

 

- Tað vildi glett okkum at sæð so mong sum til ber av tykkum, sum gjøgnum árini á ymsan hátt hava stuðlað orkestrinum - áhoyrarum, sponsorum, fyrrverandi spælarum og øðrum, ið hava gjørt tað møguligt at hava eitt symfoniorkestur í Føroyum.

 

Soleiðis sigur Symfoniorkestrið, sum eisini boðar frá, at høvi verður at bera orkestrinum eina heilsan. Limir í orkestrinum, lærarar og næmingar í Føroya Musikskúla spæla tónleik.

 

Í Sosialinum í dag skriva bæði Ólavur Hátún og Frits Johannesen heilsanir til symfoniorkestrið.

 

- Hugsi næstan øll, sum fáast við tónleik, hava sítt bam,bam,bam, ba... eisini Føroya symfoniorkestur. Tað var ein stórur dagur í Fuglafirði, tá ið tann fyrsta harmonikan kom inn um Eiðið. Tá fóru tær ungu genturnar, og teir ungu kavalerarnir at sveima og reika um dansistovugólvið í kátum rytmum - í rheinländara, valsi, polka og tango. Soleiði skrivar Frits Johannesen í tíðargrein í Sosialinum í dag í eini føðingardagsheilsan til Føroya Symfoniorkestur, sum í dag fyllir 25 ár.

 

Frist Johannesen hugleiðir víðari: - Alt hevur sína byrjan, ja, í fáum tónum, men alt hevur sítt stríð og strev. Vit vita, at Bethoven gjørdi minst 14 royndir til lagið, sum 2. satsur byrjar við í 5. symfoni, og 8 ár runnu, áðrenn hann fann fram til ta røttu útgávuna av somu symfoni. Nú hevur Føroya symfoniorkestur livað í 25 ár og er í góðum árum. Royndirnar hava verið ójavnar, burðarløturnar hava verið stravnar og okkurt høggið hevur staðið av hesari gongd bam,bam, bam, ba.... bam,bam, bam, ba.... men alt hvad jeg må lide, lad mig ikke miste mit forstand .. bam,bam, bam, ba.... søgdu tey gomlu. Og tað hava teir, sum hava staðið á odda í hesum stríði, dugað. Hugsi, at orkestrið hevur ongantíð verið betri enn tað sama?