Synarchy í TUTLhandlinum í dag

Synarchy geva í dag 15.apríl, út nýggja fløgu við heitinum ?Scars Of Gratitude.? Í tí sambandi verður móttøka í TUTLhandlinum á Káta Horninum kl 16:00 í dag. Limirnir í bólkinum verða at hitta.

Nýggja fløgan verður seld fyri einans 130,- kr hendan dagin. Keypir tú atgongumerki til konsertina í Perluni sum verður fríggjakvøldið, sum annars kostar 80,- kr, fært tú bæði atgongumerki og nýggju fløguna fyri einans 160,- kr.

Kom oman í Tutl og fá nýggju Synarchy fløgu signaraða.