Syngið við um Suðuroyarfjørð

Skipað verður í næstum fyri øðrvísi syngið við tiltaki, har sumbingarnir Rúni og Fróði, saman við kórum, skipa fyri, og seinni verður dansur við Elis Poulsen og Rúna og Fróða. Syngið við tiltakið verður umborð á Smyrli og dansurin verður í VB Húsinum.

Talan er um eina gamla ætlan, ið snýr seg um at skipa fyri syngið við tiltaki umborð á Smyrli. Tónleikahugaði sumbingurin Rúni Lisberg prátaði herfyri enn einaferð við kenningar um hetta, og nú loftaðu FC Suðuroy stuðlar hesum. Úrslitið er, at 3. september verður tiltakið “Syngið við um Suðuroyarfjørð” umborð á Smyrli. Eftir hetta verður dansur í Vági.


Kokkurin er góður

Leygardagin 3. september klokkan 18:30 fer Smyril av Krambatanga. Umborð undirhalda Sumbiarkórið og Suðuroyar Manskór við lættari sangi og undirhaldstónum. Somuleiðis fara Rúni og Fróði kanska eisini at tríva í onkran góðan.

Á túrinum, og meðan Smyril liggur í Havn, fer kokkurin at borðreiða við lambasteik og fløtabakaðum eplum, og okkurt leskiligt fæst afturvið.

Klokkan 21:00 fer Smyril suður aftur, og tá skipa Rúni og Fróði fyri felagssangi. Talan verður um sangir, ið eru kendir manna millum, og sum eru lættir at syngja.

400 sangheftir eru gjørd. Hesi eru til keyps og eru samstundis lutaseðlar.

Skaldið og skemtarin Niels Petur Nolsøe, NePtuN, fer eisini at undirhalda við onkrari skemtisøgu á ferðini.


Dansur

Tá komið verður á Krambatanga, er samband við bussi til Vágs, har dansur verður í VB Húsinum. Har leggur Elis Poulsen fyri við sínum væl kendu norðurlendsku dansitónum. Um 00.30 tíðina fara Rúni og Fróði á pall at spæla til dansin, men væntandi kemur Elis aftur onkra løtu við væl svingandi tónum.

Sumbingarnir Rúni og Fróði eru gamlir í garði, og spældu nógv til dans fyri nøkrum árum síðani. Teir byrjaðu í áttatiárunum, men nú eru kanska eini 10 – 12 ár síðani, at teir av álvara vóru á palli seinast.


Gista umborð

Um fólk norðanfjørðs hava hug at leita sær umborð á Smyril til “Syngið við um Suðuroyarfjørð”, og til Suðuroyar, so ber til at gista í frálíku kømurunum umborð á Smyrli, eftir avtalu við tænastuleiðaran. Tað er FC Suðuroy, ið skipar fyri tiltakinum “Syngið við um Suðuroyarfjørð” tann 3. september.